Flóttafólk funnin deyð í lastbili

Flóttafólk funnin deyð í lastbili
Í minsta lagi 20 flóttafólk eru funnin deyð í einum lastbili í Eysturríki. Talið á deyðum flóttafólkum kann tó vera útivið 50
Í minsta lagi 20 flóttafólk eru funnin deyð í hesum lastbilinum, ið stóð parkeraður við ein motorveg í Eysturríki. Myndugleikarnir royna í løtuni at fáa greiðu á, hvør eigur lastbilin, har deyðu flóttafólkini vórðu funnin fyrr í dag
Mynd: AP  
 
27.08.2015 - 15:58

Løgreglan í Eysturríki hevur funnið í minsta lagi 20 flóttafólk deyð í einum lastbili, váttar løgreglan í landinum. Talið kann tó vera hægri, skriva miðlar.

Sambært blaðnum, Kronenzeitung, kann talið á deyðum flóttafólkum, ið eru funnin í lastbilinum, vera útivið 50, og ikki 20, sum løgreglan higartil hevur váttað.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Vit kunnu í løtuni ikki koma við ítøkiligum upplýsingum um, hvussu fólkini eru deyð, sigur ein talsmaður hjá løgregluni sambært tíðindastovuni, APA.

Deyðu flóttafólkini vórðu funnin einum lastbili, ið stóð parkeraður við motorvegin sunnanfyri Wien, millum býirnar Parndorf og Neusiedl, tætt við markið til Ungarn.

Lastbilurin hevur eftir øllum at døma staðið parkeraður við vegjaðaran síðani í gjár, mikudagin, sambært Associated Press tíðindastovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109