- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sætta fólkakirkjan havt óbodnar gestir
Sætta fólkakirkjan havt óbodnar gestir
Nú er Kvívíkar kirkja komin afturat kirkjunum, har sum pengar eru tiknir úr kirkjubússunum
26.08.2015 - 08:04
Klokkan seks týskvøldið fekk politiið fráboðan um stuldur úr kirkjubússuni í kirkjuni í Kvívík. Sostatt er peningur nú stolin í seks kirkjun í Føroyum seinastu vikuna.
Frammanundan hevur politiið fingið boð um, at pengar eru tiknir í kirkjunum í Sandavági, Tjørnuvík, Miðvági, Hvannasundi og við Norðskála.
Uni Næs, dómpróvstur, bað í gjár øll kirkjuráðini steingja kirkjurnar, nú kirkjubússurnar ikki fáa frið. Nú er ein vika síðani, at politiið fekk fyrstu fráboðaðina um stuldur úr kirkjubússu, tað var í Tjørnuvík.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV