Flóttafólkastreymurin fer at halda fram

Flóttafólkastreymurin fer at halda fram
Hvønn dag koma 3.000 flóttafólk til Makedónia, og tann støðan fer at halda sær í fleiri mánaðir, heldur talskvinna hjá Sameindum tjóðum
Flóttafólkastreymurin tvørtur um markið í Makedónia, fer helst at verða fleiri mánaðir afturat, heldur ein talskvinna hjá Sameindum tjóðum
 
26.08.2015 - 08:56

Makedónia lýsti herfyri undantaksstøðu á markinum til Grikkaland. Herurin fekk boð um at taka sær av teimum nógvu flóttafólkunum, sum vilja sleppa inn í landið.

- Vit síggja onga broyting, og støðan í Makedónia fer at standa við leingi, sigur talskvinnan hjá flóttafólkanevndini hjá ST, Melissa Fleming.

Eingi útlit eru fyri at støðan í Sýria og Irak fer at batna, og samstundis gerast umstøðurnar hjá flóttafólkunum í Turkalandi, Jordan og Libanon støðugt verri. Melissa Fleming heitti á europeisku londini um at taka sær av flóttafólkunum.

Týskland sendir ikki flóttafólk heimaftur

Samstundis høvdu týski samveldiskanslarin og franski forsetin fund um flóttafólkaspurningin, og tey vórðu samd um, at londini í ES eiga at hjálpa hvørjumøðrum við flóttafólkaspurninginum, men hvussu tað skal gerast, er ikki greitt.

Týskland hevur samstundis gjørt av, at flóttafólk úr Sýria, sum koma til landið, ikki verða send aftur til landið sum tey fyrst komu til.

Nógv flóttafólk eru komin til Týsklands í ár. Roknað verður við, at landið verður noytt at taka ímóti 800.000 flóttafólkum í ár, sum svarar til eitt prosent av fólkatalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109