- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna um kirkjurnar skulu friðast
Er neyðugt at friða allar kirkjur, sum eru 100 ár ella eldri, tá fleiri teirra eru at kalla eins, hóast áhugaverd frábrigdi eru?
Hetta er ein spurningur, sum Føroya stiftsstjórn hevur sett sær fyri at kanna og fáa svaraðan. Stiftsstjórnin hevur tí verið í Bergen fyri at vita, hvussu tey gera har.
Lutfalsliga færri kirkjur friðaðar í Noregi
Jógvan Fríðriksson, bispur, tekur á heimasíðuni folkakirkjan.fo fram spurningin, um gomlu friðaðu kirkjurnar í Føroyum fremst av øllum eru fornminni, har sum atlitini at fornminninum vinna á kirkjuni sum halgidómur í nýtslu.
Í dag vilja limir í fólkakirkjuni, at kirkjan hevur møguleikan til sosiala samveru og átøk, sum seta onnur krøv til bygningin enn áður. Nútíðin krevur, at tey saniteru viðurskiftini eru í lagi.
Vit eru í 2015 og ikki í 18. ella 19. øld eftir Kristi føðing, skrivar Jógvan Fríðriksson. Í Noregi eru lutfalsliga nógv færri kirkjur friðaðar enn í Føroyum.