- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava kært avgerðina
Tað kunnger Sea Shepherd í morgun. 21 fólk eru við Bob Barker, teirra millum er 11 ES-borgarar. Bob Barker kom á Sund úr Bremerhaven á middegi í gjár.
Grundgevingin fyri at nokta manningini á Bob Barker at sleppa í land í Føroyum er at halda lóg og landaskil í Føroyum.
Kæran ikki steðgandi virknað
Í gjár segði Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, við Útvarpið, at fólkini um borð á Bob Barker kunnu kæra avgerðina hjá løgregluni í Føroyum.
Sea Shepherd hevur kært. Men sum Andrass Marr Poulsen segði, hevur kæran ikki steðgandi virknað. Avgerðin hjá løgregluni um avvísing stendur tí við, hóast hon er kærd.
Bob Barker fór av Sundi klokkan knappliga hálvgum tíggju í gjárkvøldið og er nú eystan fyri Fugloynna.