- Tíðindi, mentan og ítróttur
Læknar rópa varskó um kynssjúku
Í nógv ár hava so at siga eingir tilburðir verið staðfestir av kynssjúkuni syfilis. Men nú er álvarsliga kynssjúkan aftur um at gerast trupulleiki í Grønlandi, skrivar blaðið, Sermitsiaq.
Tríggir læknar á sjúkrahúsinum í Nuuk rópa nú varskó, eftir at talið av fráboðanum um syfilis er vaksið. Teir stúra fyri, at nýggj syfilis farsótt kann fara at herja í Grønlandi.
Samstundis mæla tey til, at myndugleikar og heilsstarvsfólk seta í verk fyribyrgjandi tiltøk og royna at fáa samband við tey, sum eru smittað og tey, sum tey hava verið saman við.
Teir tríggir læknarnir hava júst almannakunngjørt frágreiðing um evnið í enska læknatíðarritinum, International Journal of Circumpolar Healt, sum partvís arbeiðir við heilsuviðurskiftum í Arktis.