Færri kvinnur stilla upp til valið

bannari
Færri kvinnur stilla upp til valið
Nógv færri kvinnur stilla upp til løgtingsvalið hesaferð í mun til í 2011. 169 valevni stilla upp til løgtingsvalið í ár, 121 menn og 48 kvinnur
Væl færri kvinnur stilla upp til løgtingsvalið enn áður, vísa tølini, nú freistin at lata inn vallistarnar er farin
 
21.08.2015 - 08:15

Tær 48 kvinnurnar eru 29,4 prosent av valevunum, og tað er væl minni enn í 2011, tá 35 prosent av valevnunum vóru kvinnur.

Kvinnurnar til løgtingsvalið hesaferð eru eisini lutfalsliga færri enn í 2008, tá 33 prosent av valevnunum vóru kvinnur.

Fara vit aftur til 2004 vóru 24 prosent av valevnunum kvinnur. Í 2004 stillaðu 115 menn og 56 kvinnur upp á løgtingsvalinum.

Nýggja Sjálvstýri fægst kvinnur á listanum

Nýggja Sjálvstýri hevur hevur fægst kvinnur á listanum. Tvær kvinnur og 15 menn. Framsókn hevur lutfalsliga flest kvinnur á listanum, átta kvinnur og níggju menn.

36.458 fólk hava valrætt 1. september, 851 fleiri enn 29.oktober í 2011, tá val var seinast Hesa ferð sleppa 670 lesandi uttanlands at velja, tey vóru 425 í 2011. 58 valstøð eru.

Størsta valstaðið er Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn, har sum 12.464 fólk kunnu velja. Minsta valstaðið er skúlin í Mykinesi við 12 veljarum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477