Sí grafikkin: Her er nýggjasta veljarakanningin

bannari
Sí grafikkin: Her er nýggjasta veljarakanningin
Framsókn fer 5,5 prosentstig fram, Fólkaflokkurin fer 3,6 prosentstig aftur. Her eru øll tølini í nýggjastu veljarakanningini áðrenn løgtingsvalið
Ein flokkur hevði fingið tvey løgtingsfólk afturat meðan ein annar flokkur hevði mist tvey tingfólk. Her eru tølini í nýggjastu veljarakanningini
Mynd: Grafikkur: kvf.fo  
 
20.08.2015 - 17:00

Framsókn ger størsta hálið í nýggjastu veljarakanningini. Framsókn fær 5,5 prosentstig fleiri atkvøður sambært kanningini, ið hevði givið flokkinum tvey løgtingsfólk afturat.

Sí grafikkin niðanfyri

Størstu afturgongdina hevur Fólkaflokkurin, ið sambært kanningini fer 4,2 prosentstig aftur samanborið við løgtingsvalið í 2011. Flokkurin hevði mist tvey løgtingsfólk.
 

Grafikkur: Vel millum [Veljarakanning], [Løgtingsval '11] og [Prosent munur] omanfyri
 

Grafikkur: Vel millum [Tingfólk nú], [Veljarakanning] og  [Munur] í grafikkinum omanfyri
 

Tá tey vórðu spurd um val av flokki, svaraðu tey spurdu í veljarakanningini soleiðis:

● 0,6% ætlaðu at atkvøða blankt

● 1,8% ætlaðu ikki at velja

● 18,5% høvdu ikki tikið støðu enn

1758 fólk vórðu spurd í veljarakanningini, ið varð gjørd 17., 18. og 19. august. Fynd gjørdi veljarakanningina fyri Kringvarpið og Miðlahúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109