169 fólk stilla upp til løgtingsvalið

bannari
169 fólk stilla upp til løgtingsvalið
Tjóðveldi hevur flest valevni hesaferð, Miðflokkurin hevur fægst valevni. Fresitin at lata inn valevnislistarnar var týskvøldið
169 fólk stilla upp til løgtingsvalið, ið verður 1. september. Tað er greitt eftir at løgtingsvalnevndin hevur fingið valevnislistarnar hjá teimum sjey flokkunum
 
20.08.2015 - 12:20

169 fólk stilla upp til løgtingsvalið tann 1.september, eitt fleiri enn á valinum í 2011. Eingin flokkur brúkar møguleikan at hava 43 fólk á listanum, tíggju fleiri enn tingfólk eru.

Tjóðveldi hevur 31 valevni hesaferð, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava 30, Fólkaflokkurin 28, Nýtt sjálvstýri og Framsókn 17 og Miðflokkurin hevur 16 valevni á sínum lista.

Politisku flokkarnir kunnu stilla upp í mesta lagi 310 fólk. Hvør flokkur kann stilla upp 43 fólk, 10 fleiri enn løgtingsfólkini eru. Allir listarnir verða kunngjørdir í bløðunum í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109