- Tíðindi, mentan og ítróttur
Læknafelagið rópar aftur varskó
Læknafelag Føroyar rópti í vár varskóg um støðuna í føroyska heilsuverkinum - og ger tað framhaldandi. Orsøkirnar eru nú, eins og í vár, álvarsliga læknatrotið og ov lítil játtan til heilsuverkið, sum hóttir við at máa støðið undan føroyska heilsuverkinum.
SÍ EISINI Læknafelag Føroya rópar varskó
Felagið hevur biðið búskaparfrøðing kannað tølini, sambært tíðindaskrivinum.. Kanningin vísir, at vit í Føroyum hava stórt læknatrot ísamanborið til onnur Norðurlond og í mun til Europa.
Bert Grønland er verri fyri enn vit. Tørvur er á umleið hálvthundrað læknum. Og í metingini hjá Føroya Læknafelag, brúka vit í Føroyum góðar 300 milliónir krónur minni uppá heilsuverkið enn danir brúka og nógv minni enn norðmenn brúka í mun til fólkatalið.