Løgtingsval: Kvinnur meira kritiskar enn menn

bannari
Løgtingsval: Kvinnur meira kritiskar enn menn
Kvinnur eru forvitnari enn menn ella kanska eru tær meira kritiskar, tá ræður um politiskar boðskapir, vísir spurnarkanning hjá spyr.fo
 
15.08.2015 - 09:48

Kanningin hjá Spyr.fo sigur, at kvinnurnar meira enn menninir leita sær vitan um politikk í miðlunum. 

Kanska er ein orsøk, heldur Spyr.fo, at kvinnur eru forvitnari enn menn ella kanska, at tær eru meira kritiskar, tá ræður um politiskar boðskapir. 

Veljarar fara ikki fyrst á heimasíðurnar hjá flokkunum, tá leitað verður eftir boðskapinum hjá flokkinum. Tvørturímóti. 

Útvarp og Facebook eru stóru miðini, í øllum førum sambært einari kanning, sum Spyr.fo gjørdi hósdagin. 300 fólk í aldrinum 18 til 80 ár vórðu spurd, hvar tey halda seg fáa størstu vitanina um løgtingsvalið 1.september.

40 prosent søgdu útvarp, Kringvarpið ella Rás 2, og 37 prosent hava størst álit á Facebook, tá tey fyrireika seg til valdagin. 

20 prosent nevna tíðindaportalarnar in.fo og portal.fo og 20 prosent nevna sjónvarpið. 

Aftast í røðini eru heimasíður hjá flokkum og valevnum, níggju prosent og bløðini átta prosent.

 

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512