Vatnið dálkað í høvuðsstaðarøkinum.

Vatnið dálkað í høvuðsstaðarøkinum.
Vatnið er dálkað í Havn, Hoyvík, Kollafirði, Kirkjubø og Nólsoy
 
14.08.2015 - 10:34

Seinastu vatnkanningar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni staðfesta bakteriur í drekkivatninum í Eysturbýnum í Havn og í Hoyvík, men nú eru eisini funnar bakteriur í Kollafirði, Kirkjubø og Nólsoy. 

Tað er ikki heilt óvanligt við slíkari dálking, men hon er komin tíðliga í ár, møguliga orsakað av nógvum áarføri. Fyribrigdið er kent um alt landið, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
  
Fyribils verður mælt til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður. Hetta til onnur boð verða givin.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109