Fleiri útisetar velja hesaferð

Fleiri útisetar velja hesaferð
684 útisetar hava skrásett seg til komandi løgtingsval. Tað eru munandi fleiri enn tað vóru til løgtingsvalið í 2011
 
14.08.2015 - 08:37

Tað hevur eydnast at fáa fleiri, ið lesa uttanlands at skráseta seg til komandi løgtingsval samanborið við valið í 2011.

684 hava skrásett seg at velja 1.september í ár. Fyri fýra árum síðani vóru tey 424.

684 er 41 prosent av øllum teimum, sum lesa uttanfyri Føroyar.

Tórstein Jóhannes Fríðfinsson, formaður í MFS - Meginfelag føroyska studenta, heldur, at valluttøkan kann blíva munandi størri millum útisetar.

Hann heldur, at ein møguleiki er, at fólk, ið fara uttanlands at lesa, varðveita rættin til at fara á val.

Ein annar møguleiki er, at tað verður lættari at skráseta seg. Formaðurin í MFS mælir til, at lesandi skulu sleppa at skráseta seg til val í Føroyum, samstundis sum tey søkja um ferðastuðul.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109