Londini eiga at seta ein arbeiðsbólk

Londini eiga at seta ein arbeiðsbólk
Ísland, Føroyar og Grønland eiga at seta ein arbeiðsbólk, ið kann meta um fyrimunirnar hjá londunum við eini fríhandilsavtalu, stendur í tilmæli
Íslendska stjórnin og landsstýrini í Føroyum og Grønlandi eiga at seta ein arbeiðsbólk at skráseta fyrimunirnar hjá londunum, um tey gera eina fríhandilsavtalu og stovna eitt handilsráð í Útnorðri
 
13.08.2015 - 08:09

Íslendska stjórnin og landsstýrini í Føroyum og Grønlandi eiga at seta ein arbeiðsbólk at skráseta fyrimunirnar hjá londunum, um tey gera eina fríhandilsavtalu og stovna eitt handilsráð í Útnorðri.

Útnorðurráðið samtykti eitt tilmæli um tað í gjár. Sjálvt heldur ráðið, at nógvir fyrimunir eru við slíkari fríhandilsavtalu. Útnorðurráðið hevur í nógv ár havt fríhandilsavtalu millum øll trý londini á dagsskránni.

Ísland og Føroyar hava Hoyvíkssáttmálan, men Grønland gjørdi greitt í januar í ár, at tað vil ikki upp í Hoyvíkssáttmálan.

Grønland vil hava tvær avtalur - ella eina nýggja avtalu

Grønland vil heldur gera tvær fríhandilsavtalur, eina við Føroyar og eina við Ísland. Ella skal ein heilt nýggj avtala gerast millum øll trý londini.

Útnorðurráðið kom ikki við nakrari áheitan á íslendsku stjórnina um at gevast við at forða føroyskum fiskiskipum tænastur og veitingar í Íslandi, hóast tað er brot á Hoyvíkssáttmálan.

Útnorðurráðið samtykti trý tilmæli, áðrenn ársfundurin í Runavík endaði í gjárkvøldið. Eitt tilmæli til stjórnina og landsstýrini bæði er um størri samstarv um fiskivinnu, eitt er um samstarv um flutning og undirstøðukervi og so eitt um fríhandil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109