- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggja at donskum viðurskiftum
Kommunufelagið skrivar á sínari heimasíðu, at í nývalda fólkatinginum eru 37 kommunustýrislimir. Sagt verður tó ikki, hvussu nógvir borgarstjórar eru í fólkatinginum.
Kommunufelagið endurgevur Roger Buch, val- og kommunalgranskara og granskingarstjóra á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole, úr Nyhedsmagasinet danske kommuner.
Roger Buch heldur uppá, at tað kann vera ein fyrimunur fyri ein politiskan flokk, at nógvir kommunalpolitikarar eisini eru í fólkatinginum.
SÍ EISINI 11 borgarstjórar stilla upp - kanska enn fleiri
Tey nývaldu, sum eisini eru kommunalpolitikarar, hava longu nakrar politiskar royndir, sum gera, at tey longu frá fyrsta degi í fólkatinginum kunnu taka við ábyrgd.
Hetta er serliga fyrimunur hjá flokkum í donsku stjórnini, tí tey nývaldu kunnu taka á seg dagliga arbeiðið í fólkatingsbólkinum og í nevndunum.
Tað er eisini ein fyrimunur hjá kommununum at hava fólk í fólkatinginum, tí so fáa kommunurnar at vita í góðari tíð, hvørjar lógir, sum ávirka tær, eru á veg.
Roger Buch ásannar tó eisini, at arbeiðsbyrðan hjá teimum, sum bæði eru í fólkatinginum og í kommunustýri, kann gerast ov stór.
Kann vera ein vansi við óroyndum fólkum
Tað kann eisini vera ein vansi, at flokkarnir ikki fáa fleiri roynd fólk við í politiska arbeiðið, tí somu politikarar eru bæði í kommunustýrum og í fólkatinginum.
Men samanumtikið sigur Roger Buch, at tað kann vera avbera gott fyri kommunurnar at hava nógvar kommunustýrislimir í fólkatinginum.
Tí nógv dømi eru um, at fólkatingið hvørki veit ella fatar, hvussu kommunurnar í veruleikanum virka, skrivar Kommunufelagið á sínari heimasíðu.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, ætlaði at leggja uppskot fyri løgtingið um at nokta fólki at vera borgarstjóri og tingfólk samstundis. Men tað varð av ongum, tí val er skrivað út.