Útnorðurráðið letur heiðursløn

Útnorðurráðið letur heiðursløn
Útnorðurráðið hevur sín árliga fund í Føroyum í ár. Hesaferð verður hann merktur av, at 30 ár eru liðin, síðani útnorðursamstarvið varð stovnað
Føroyar, Ísland og Grønland eru í Útnorðursamstarvinum
 
09.08.2015 - 12:21

Á fyrsta sinni fer Útnorðurráðið at lata eina heiðursløn, sum verður avdúkað, tá ráðið feiðrar 30 ára langa politiska samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar

Útnorðurráðið hevur sín árliga fund í Føroyum í ár, og hesaferð verður fundurin eyðkendur av, at tað í ár eru liðin 30 ár, síðani útnorðursamstarvið varð stovnað.

Tvey stór tiltøk verða í sambandi við hátíðarhaldið, har millum annað Íslenski forsetin, Olafur Ragnar Grímson, og grønlendski Landsstýrisformaðurin Kim Kielsen luttaka saman við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni. 

Harftrat luttaka fyrrverandi og núverandi umboð úr Norðurlandaráðnum og umboð úr formandsskapinum í Noðurlandaráðnum umframt tingfólk úr útnorði og norska stórtinginum. 

Í morgin, mánadagin 10. august, verður fyrra tiltakið í Løkshøll við fleiri mentunarligum framførslum, eitt nú æstetiskum fimleiki, tónleiki við grønlendska tónleikabólkinum Varna, íslendska bólkinum Eythor Ingi og føroyska, Enekk og undirhaldi við Jákupi Veyhe, sum fer at hugleiða um útnorðursamstarvið. Eisini verður fyri fyrstu ferð handað ein heiðursløn frá Útnorðurráðnum. 

Týsdagin 11. august verður fundur í Norðurlandahúsinum, har millum annað íslendski forsetin, Ólavur Ragnar Grímson, og grønlendski landstýrsformaðurin, Kim Kielsen, halda røðu.  Aftaná fundin ferð Útnorðurráðið á sín 31. fund, har Lars-Emil Johansen tekur yvir formansskapin frá Bill Justinussen.

Tiltøkini eru bert fyri innbodnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109