Ríkisrættarliga støðan ein meinbogi fyri semjur

bannari
Ríkisrættarliga støðan ein meinbogi fyri semjur
Ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum eru størsta forðingin fyri, at breiðar semjur kunnu gerast millum politisku flokkarnar, heldur Jóannes Eidesgaard
Ríkisrættarliga støða Føroya er størsti snávingarsteingurin, skulu breiðar semjur gerast millum politisku flokkarnar, heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður
 
07.08.2015 - 16:42

Ríkisrættarliga støða Føroya er størsti snávingarsteingurin, skulu breiðar semjur gerast millum politisku flokkarnar. Tað heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður Javnaðarfloksins.

- Var ríkisrættarliga støðan á ein ella annan hátt loyst, so friður fekst eina tíð, hevði borið til at ført veruligan politik, sigur Jóannes Eidesgaard í samrøðu við Dimmalætting í dag.

Trupult tá flokkarnir spenna so víða

Sjónarmiðini eru so ymisk og flokkarnir spenna so víða á teimum ymsu økjunum, at tað er næstan ógjørligt at finna tær breiðu semjurnar, sum mugu til fyri at koma víðari, sigur hann.

Tí er eisini trupult at skipa samgongu eftir eitt val. Umframt høgra-vinstra ásan er tað spurningurin um loysing-samband, sum skilir flokkarnar.

Eisini teir flokkar, sum annars kunnu semjast um onnur politisk mál. Jóannes Eidesgaard hevur áður sagt seg vera fyri blokkpolitikki í Føroyum.

Flokkarnir kundu melda greitt út

Tað er, at flokkar taka seg saman og melda greitt út, hvørjum teir samstarva við - eisini eftir eitt val. Dømi um hetta er eitt nú úr Danmark, har greitt uppbýtið er millum høgra og vinstra veingin.

Tað átti eisini at verið roynt í Føroyum, tí tað er ein trupulleiki, at veljarin ikki veit, hvat hansara atkvøða verður brúkt til, sigur Jóannes Eidessgaard.

- Tá borgarin fer á val, eigur hann at vita, hvat tað er fyri politikkur, sum verður førdur, tá samgonga er skipað, sigur Jóannes Eidesgaard við Dimmalætting.

- Soleiðis er ikki í dag, og flokkarnir hava ilt við at liva upp til vallyftini, tí teir mugu lora, tá samgongusamráðingarnar eru, sigur hann í samrøðu við blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477