- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leita eftir horvnum flogfari á franskari oyggj
Myndugleikarnir í Fraklandi seta nú nýggja leiting í verk í luftini, á sjónum og á landi, í vónini um at finna enn fleiri vraklutir frá MH370-flogfarinum hjá Malaysia Airlines, skrivar BBC.
Fronsku myndugleikarnir seta leitingina í verk, eftir at malaysisku myndugleikarnir hósdagin søgdu, at ein vraklutur, ið stavar frá MH370, varð funnin á fronsku oynni, Reunion.
Greinin heldur fram niðanfyri
Í løtuni eru kortini mótstríðandi upplýsingar um, hvørt vrakluturin, ið varð funnin í seinastu viku, veruliga stavar frá horvna flogfarinum hjá Malaysia Airlines.
Malaysisku myndugleikarnir siga, talan er um ein vraklut frá MH370 flogfarinum. Hinvegin siga fronsku myndugleikarnir, at tað ikki er váttað, at vrakluturin er frá flogfarinum.
Avvarðandi hjá teimum 239 fólkunum, ið lótu lív í flogvanlukkuni, eru ørkymlað og óð um mótstríðandi upplýsingarnar, skrivar tíðindastovan, AP.