Høvuðsvegur í Reykjavík málaður í ælabogalitum

Høvuðsvegur í Reykjavík málaður í ælabogalitum
Ein høvuðsvegur í miðbýnum í Reykjavík fær um dagarnar ein heilt annan lit, enn vegurin vanliga hevur. Orsøkin er eitt tiltak um vikuskiftið
Soleiðis sær Skólavörðustígur, ein av høvuðsvegunum í Reykjavík, út í løtuni. Vegurin verður málaður í samband við Reykjavík Pride, ið er nú um dagarnar
Mynd: MBL  
 
06.08.2015 - 14:59

Skólavörðustígur í Reykjavík er um dagarnar málaður í ælabogalitum í samband við Reykjavík Pride, ið er frá 4. til 9. august, skrivar íslendska blaðið, Visir.

Greinin heldur fram niðanfyri

Video: Skólavörðustígur verður málaður (íslendskt mál)

Ung sum gomul, børn og vaksin, hava hjálpt til at mála Skólavörðustíg áðrenn Reykjavík Pride skrúðgonguna, ið verður mett at vera hæddarpunktið á tiltakinum.

Reykjavík Pride er eitt tað størsta tiltakið í Íslandi hvørt summar. Útivið 100.000 íslendingar - meira enn triði hvør - taka lut í tiltakinum á hvørjum ári, verður mett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109