- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havrættarsáttmálin kundi hjálpt føroyingum
Sambært havrættarsáttmálanum ber til at forða skipunum hjá Sea Shepherd at sigla innan fyri grundlinjurnar, tað er í innara umveldi Føroya.
Hetta ber til at gera, uttan at neyðugt er at grundgeva fyri avgerðini um at nokta skipunum at sleppa inn í føroysku firðirnar og sundini.
Hvørgin møguleikin brúktur enn
Strandarlond kunnu taka slíkar avgerðir og í hesum føri forða skipum hjá Sea Shepherd at sigla innan fyri grundlinjurnar við Føroyar, sigur Bjørn Kunoy, serfrøðingur í havrætti.
Tað ber eisini til - við ávísum treytum - at nokta fremmandum skipum at sigla í ytra umveldinum, tað er millum grundlinjurnar og 12 fjórðingar.
Men hvørgin møguleikin í havrættarsáttmálanum er brúktur móti Sea Shepherd. Skipini hjá felagsskapinum sleppa at sigla innan fyri grundlinjurnar.
Landsstýrismaðurin: Ikki málsøki hjá Fiskimálaráðnum
Bjørn Kunoy sigur, at var møguleikin í havrættarsáttmálanum brúktur, høvdu donsk verjuskip heldur ikki havt fyri neyðini at taka passivan lut í grindadrápi.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum varðar av grindalógini, sigur, at tað er ikki málsøki hjá Fiskimálaráðnum at nokta skipum at koma inn um grundlinjurnar sambært havrættarsáttmálanum.
Hann sigur, et hesin spurningurin var ikki við í eftirmetingini, tá Sea Shepherd átakið var liðugt í fjør. Men hann eigur at vera við, tá eftirmett verður aftur í heyst, heldur landsstýrismaðurin.