Russland ætlar sær havleiðina við Norðpólin

Russland ætlar sær havleiðina við Norðpólin
Russland ger nú krav upp á havleiðina við Norðpólin. Russisku myndugleikarnir halda uppá, at talan er um russiska havleið
Russisku myndugleikarnir halda uppá, at havleiðin við Norðurpólin er russiskt øki. Russar gera tí krav upp á havleiðina við Norðurpólin
Mynd: AP  
 
05.08.2015 - 10:01

Talan er um sama øki, sum Danmark gjørdi krav upp á í desmeber í fjør, skrivar danska TV2 við tíðindastovuni Barents Observer sum keldu.

Russiskir myndugleikar halda uppá, at talan er um russiskt øki. Russland hevur eftir drúgvar kanningar í fleiri ár, nú gjørt niðurstøðu í málinum, og hon er greið; talan er um russiskt øki.

Í desmeber í fjør gjørdi Danmark krav upp á 895.000 ferkilometrar av havøkinum við Arktis - eitt øki, sum gongur heilt upp til Norðurpólin.

Russland er tó ikki einasta land, sum krevur økið. Áður hava hava Noregi, Kanada og USA eisini kravt sama øki. Nú hevur so eisini Russland sagt, at talan er um russiskt øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109