Dýrt at bróta grindalógina

Dýrt at bróta grindalógina
Ákæruvaldið krevur 25.000 kr í bót frá hvørjum av teimum fimm Sea Shepherd fólkunum, ið vórðu ákærd fyri at bróta grindalógina í Bø og Havn 24. juli
Tað skal kosta teimum fimm fólkunum 25.000 krónur í part fyri at bróta grindalógina, tá grind varð hildin til í Bø (myndin) og í Havn seinni á kvøldi 24. juli, krevur ákæruvaldið
 
05.08.2015 - 12:59

Tá Vinnunevndin hjá løgtinginum skrivaði álit um uppskotið um grindalóg, helt meirilutin í nevndini, at bótin fyri at bróta lógina eigur at vera í minsta lagi 25.000 kr., skal hon gera nakran mun.

Føroya rættur viðgjørdi málini hjá teimum fimm Sea Shepherd fólkunum allan dagin í gjár og nakað út á kvøldið. Ákærdu fólkini nokta seg sek í at hava órógvað grindadrápini og ikki at hava gjørt eftir boðunum frá myndugleikunum.

Krevja minst 100.000 frá felagsskapinum

Ákæruvaldið krevur eisini minst 100.000 kr. frá Sea Shepherd í Niðurlondum, tí leiðarin hjá Sea Shepherd á landi í Føroyum fekk innferðarloyvi, visum, gjøgnum ta deildina.

Rosie Kunneke, sum er leiðari hjá Sea Shepherd fólkunum, sum virka á landi í Føroyum, er úr Suðurafrika, og skal tí hava innferðarloyvi fyri at sleppa til Føroya.

Hini fýra fólkini, sum vóru í rættinum í gjár, eru úr ES londum. Dómur fellur í málinum fríggjadagin klokkan 15:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109