- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ivi um nýggju grindalógina
Fútin og ákæruvaldið eiga orðini í grindalógini um víðkaðu heimildirnar hjá politinum, sum eru skírdar at vera brot á grundlógina og heimastýrislógina, tí løgtingið kann ikki gera lógir um danskan myndugleika.
Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni brúkti orðingina sera ivasamt um ætlanina hjá Fiskimálaráðnum at geva politinum víðkaðar heimildir í grindalógini, tí politiið í Føroyum er danskur myndugleiki, sum løgtingið ikki kann gera lógir um.
Fiskimálaráðið viðger ivan
Lógartænastan eftirkannar lógaruppskotini, sum landsstýrið ætlar at bera løgtinginum. Og Fiskimálaráðið viðger ivan hjá Lógartænastuni í viðmerkingunum um uppskotið um grindalógina.
Fiskimálaráðið sigur, at í roynd og veru eru fútin og ákæruvaldið í Føroyum høvuðssmiðir, tá ræður um uppskotini at víðka heimildirnar hjá løgregluni sambært greinunum 10 og 11 í grindalógini.
Uppskotið er gjørt við støði í teirra royndum at halda lóg og landaskil í sambandi við grind og tær royndir, tey hava gjørt sær í sambandi við rættarsókn í málum um brot á grindalóggávuna.
SÍ EISINI Bangin ferðafólk kunnu halda seg burtur
Fiskimálaráðið sigur seg væl skilja ivan hjá Lógartænastuni. Men ráðið metir seg ikki ført fyri at taka dagar millum, um tað stats- og ríkisrættarliga er innan fyri ella uttan fyri løgræðið hjá løgtinginum at áseta reglur í føroyskari serlóg, sum eisini umfata myndugleika hjá donskum myndugleika í Føroyum.
Men tað er ikki óvanligt at áseta reglur um eftirlit og handhevjan í føroyska serlóggávu, har heimildirnar hjá løgregluni eisini eru ásettar.
Samanumtikið heldur Fiskimálaráðið, at hóast løgreglan sum stovnur er donsk, útinna løgreglan og ákæruvaldið sín myndugleika í Føroyum sambært ríkislóggávu eins væl og føroyskari serlóggávu.
Kunnu heita á danskar myndugleikar
Halda fútin og løgreglan ikki, at tey hava nøktandi lógargrundarlag at virka eftir í Føroyum, so má embætið heita á danskar myndugleikar um at fáa formligu viðurskiftini skipað.
Fiskimálaráðið broytti ikki lógartekstin, hóast Lógartænastan ivaðist stórliga, og tað gjørdi Løgtingið heldur ikki. Nýggja grindalógin er samtykt uttan heimild í grundlógini og heimastýrislógini. Og tí má hon endurskoðast.
Tað segði Henrik Weihe Joensen, løgfrøðingur, sum hevur greinað grindalógina, í samrøðu við Útvarpið í gjár.
SÍ EISINI Grindalógin kann verða ógildug
Sambært lógini kann politiið halda fólki aftur í 12 tímar, áðrenn teir 24 tímarnir, sum annars eru treytin, tá politiið tekur fólk, byrja at telja. Lógartænastan vísir á, at í Danmark eru ásetingar sum tær í grindalógini í politilógini, sum ikki er sett í gildi í Føroyum.
Løgtingsskrivstovan eftirkannaði eisini lógartøknina í uppskoti Fiskimálaráðsins um grindalóg, men hevur ikki viðmerkingar um júst hatta við grundlógini, heimastýrislógini og politiið.
Grindalógin kom saman við nógvum øðrum lógum í tingið eftir seinasta framløgudag í vár. Bæði Lógartænastan og Løgtingsskrivstovan siga seg ikki hava havt stundir at viðgera lógaruppskotið gjølla.