Fólk í túsundatali flýggja undan skógareldum

Fólk í túsundatali flýggja undan skógareldum
9.000 sløkkiliðsfólk stríðast í løtuni við at basa 21 ymiskum skógareldum í Kalifornia, har turkur hevur verið í fýra ár
Turkur í fýra ár hevur kynt í 21 ymiskar skógareldar í Kalifornia, har fólk í túsundatali eru flýdd frá húsum
Mynd: AP  
 
03.08.2015 - 13:53

Higartil hevur eitt sløkkiliðsfólk latið lív í ógvusligu skógareldunum, sum í løtuni gera um seg har norðuri í Kalifornia, skrivar tíðindastovan, Ritzau.

- Tilsamans eru 12.000 fólk í 5.156 húsum og íbúðum rýmd frá húsum, siga sløkkiliðsmyndugleikarnir í eini fráboðan, ið varð send út mánamorgunin.

Kort: Her herja skógareldarnir

Skógareldarnir koma í kjalarvørrinum á herviliga turkinum í Kalifornia, sum higartil hevur vart í fýra ár, sambært amerikonsku tíðindastovuni, CNN.

50 hús eru longu oyðiløgd í skógareldunum, meðan 6.000 aðrir bygningar eisini eru í vanda fyri at fara upp í royk meta myndugleikarnir.

Greinin heldur fram niðanfyri

​Í Lower Lake, í landnyrðing úr Sacramento, stríðast 2.000 sløkkiliðsfólk í løtuni við at basa tí ógvusligasta skógareldinum av teimum 21.

Tað er ikki bert á landi, at ein roynd verður gjørd at basa ógvusligu skógareldunum. 19 tyrlur eru eisini settar inn at hjálpa til í sløkkiliðsarbeiðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109