- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dregur út við hjálpini til fátækar barnafamiljur
Uppskotið hjá almannaráðunum at veita børnum í fátækraváða hjálp fall burtur, tá løgmaður útskrivaði val ólavsøkudag.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, kom við einum nýggum uppskoti, ið skuldi geva øllum familjum, ið hava eina árliga inntøku á 120.000 krónur ella minni, eitt ískoyti sum er 20.000 krónur.
Men tað uppskotið verður nú ikki gjørt nakað við - í øllum førum ikki áðrenn løgtingsvalið, ið verður týsdagin 1. september.
Samtak heldur lítið um framferðarháttin
- Hetta uppskot um serligt familjuískoytið er bringupríði, so samgongan ikki kundi lastast fyri einki at hava gjørt við tað vaksandi barnafátækradømi, heldur Samtak.
Samtak heldur eisini, at nýggja uppskotið um serligt familjuískoytið, ikki hjálpir nógvum, tí inntøkumarkið fyri nær tú kanst fáa og ikki fáa eru so lág, og ikki í tráð við tey veruligu tølini fyri fátækraváða.
- Tað tykist, sum landsstýrið við uppskotinum hevur uppfunnið eitt nýtt lægri fátækramark, fyri at spara pening, sigur Samtak í tíðindaskrivinum.