Vánaligur makrelfiskiskapur í Grønlandi

Vánaligur makrelfiskiskapur í Grønlandi
Tað gongur striltið við makrelfiskiskapinum í Eystur-grønlandi. Orsøkin er vánaligt veður, og at tað er so nógvur kuldi í sjónum
Vánaligt makrelfiskarí í Grønlandi
 
01.08.2015 - 16:18

Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR og blaðið Sermitsiaq. Sjógvurin er kaldari enn somu tíð í fjør og at hetta ávirkar nøgdina á makreli í sjónum, sigur nevndarformaðurin í Polar Seafood, Henrik Leth.

Kvotan er 85.000 tons, men higartil eru bara fiskað beint undir 10.000 tons. Hetta eru 20.000 tons færri enn somu tíð í fjør, sigur varastjórin í grønlendska fiskiloyvis-eftirlitinum, Niels J. Lauersen. Men tað er kortini vón fyri framman, tí seinasta mánadag var besti dagurin til makrel higartil í ár. Tá fiskaðu skipini 920 tons tilsamans.

Nevndarformaðurin í Polar seafood vónar, at hetta verður byrjanin til eitt tíðarskeið við góðum makrelfiskiskapi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109