Flogskipararnir broyttu kós

Flogskipararnir broyttu kós
Tað er niðurstøðan í einari loyniligari frágreiðing, sum amerikanska sjónvarpsstøðin CNN hevur fingið hendur á.
 
31.07.2015 - 08:58

Tað vóru eftir øllum at døma flogskipararnir umborð á malaysiska ferðafólkaflogfarinum, sum í fjør brádliga hvarv, ið broyttu kósina og harvið vóru orsøk til, at flogfarið hvarv. 

Sambært amerikansku fregnartænastuni hevur frágreiðingin verið duld fyri almenninginum, og tað hevur ongantíð verið ætlanin, at upplýsingarnar skuldu koma fram.

Ein dulnevnd kelda í amerikansku stjórnini váttar fyri CNN, at tað, sum stendur í niðurstøðuni í frágreiðingini er, at flogskipararnir broyttu kósina og tí helst eru orsøk til, at flogfarið hvarv. 

Nýggju upplýsingarnar eru komnar undan kavi, nú vrakpetti, sum hildnir vera fyri vist stava frá horvna flogfarinum, eru skolað upp á strondina á oynni Reunion eystan fyri madagaskar. 

Rutuflogfarið MH 370 hvarv, tá tað var á veg úr malaysiska høvuðsstaðnum Kuala Lumpur til kinesiska høvðsstaðin Beijing í mars í fjør.

Tilsamans 239 fólk vóru við flogfarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109