- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fekk fótin undir politibil
Fekk fótin undir politibil
Ein genta var flutt á skaðastovuna í nátt eftir at ein politibilur hevði koyrt yvir fótin á henni við Tinghúsvegin
29.07.2015 - 11:20
Ein genta var flutt á skaðastovuna eftir at ein politibilur hevði koyrt yvir fótin á henni við Tinghúsvegin. Fóturin kom undir høgra bakhjól, men hóast onki var brotið, so var fóturin so mikið meiðslaður, at gentan skal binda frið í níggju dagar.
Annars verður sagt av politistøðini í Havn, at náttin var sera friðalig. Veðrið var gott, at har vóru nogv fólk í býnum, men náttin var also friðalig.
Fleiri høvdu drukkið ov nógv, men ongin endaði í klivanum í Klaksvík.
Onkur var dottin, summi vóru ill og fóru at skeldast og onnur vóru kedd og skuldu loypa á bláman.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV