Jenis biður løgmann rigga av

bannari
Jenis biður løgmann rigga av
Miðflokkurin hevur biðið løgmann kallað saman til samgongufund at viðgera politisku støðuna.
 
26.07.2015 - 12:51

- Okur ætla á samgongufundinum at biðja løgmann rigga av, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum við Kringvarpið.

Tað er niðurstøðan í kanningini hjá Hans Gammeltoft- Hansen, kanningarstjóra, ið staðfestir, at løgmaður tilætlað segði ósatt fyri løgtinginum, ið hevur fingið Miðflokkin at heita á løgmann um at enda samgongusamstarvið og skriva út val.

Nýggj tingseta byrjar mikudagin, ólavsøkudag. Tá skal løgmaður halda røðu og greiða tjóðini frá landsins støðu. 

Jenis av Rana heldur, at løgmaður á ólavsøku eigur at boða frá, at hann skrivar út val aftaná, at fiskidagarnir fyri komandi ár verða samtyktir  18. august.

Poul Michelsen, formaður í Framsókn, segði við útvarpið 12. juli, at hann er sinnaður at reisa misálit á løgmann. 

Men Jenis av Rana heldur ikki, at tað átti at verið neyðugt við misáliti.Tí løgmaður eigur sjálvur at loysa trupulleikan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948