Flyta grindadrápið til Danmarkar

Flyta grindadrápið til Danmarkar
Sambært fólkatingsliminum Sjúrður Skaale leggja Sea Shepherd stórt trýst á fólkatingslimir at seta teir upp móti føroyingum.
 
26.07.2015 - 09:22
Sea Shepherd hava verið sjónlig í samband við grindirnar, sum hava verið í Føroyum, síðan Sea Shepherd komu til landið í ár. Men tað er ikki bara her í landinum, at Sea Shepherd ger vart við seg.
Teirra átak at steðga grindadrápið er so mikið víðfevnt, at tað fer heilt upp á tindarnar í politisku skipanini í Danmark, tí í hesum døgum fáa allir fólkatingslimirnir hundraðtals teldupostar frá Sea Shepherd-stuðlum, sum heita á fólkatingslimirnar, um at steðga grindadrápi.

Sambært fólkatingsliminum, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, roynir Sea Shepherd við hesum at seta Føroyar og Danmark upp í móti hvørjum øðrum. Fyrr vendi Sea Shepherd sær móti føroyingum og málaðu eina ræðumynd av føroyingum. Men nú hevur Sea Shepherd broytt taktikk, og er heldur farin at føra eina herferð móti Danmark.

"Tað er Danmark, sum er tann óndi. Danmark skal steðgast. Logikkurin er: Danmark hevur ábyrgdina av Føroyum. Tað er donsk løgregla. Tað er danskur myndugleiki. Løgreglan verður fíggjað av donskum skattgjaldarum. Tí eru tað danskarir, sum skula steðga tí, sum gongur fyri seg", sigur Sjúrður Skaale um boðskapin frá Sea Shepherd.

Sjúrður Skaale sigur, at teldupostsskipanin hjá Fólkatinginum hevur eitt ógvuliga gott og sterkt filtur, sum ger, at fólkatingslimirnir ikki fáa óneyðugan teldupost. Tí er hann bilsin um allar teldupostarnar, sum nú koma.

Sjúrður Skaale sigur, at hvørki hann ella teir fólkatingslimir, sum hann hevur tosað við, hava áður uppliva eina eins ágangandi herðferð á sín teldupost.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109