- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan ikki sitið hendur í favn
Klokkan hálvgum tvey steðgaði løgreglan í Havn einum hýrivogni, tí onnur baklyktin var farin. Tað vísti seg, at førarin hevði lænt bilin frá øðrum av foreldrunum, tí hann skuldi til arbeiðis. Men tað er ikki loyvi at brúka ein bil, sum er skrásettur sum hýruvognur til privata nýtslu, so Akstovan og TAKS fáa boð um hetta.
Klokkan fimm minuttir yvir tvey ringdi ein ung kvinna til løgregluna og bað tey koma at tosa við vinkonu sína - tær vóru á einum skeinkistaði í Havn. Løgreglan kom og unga kvinnan greiddi frá, at hon framman undan hevði gingið eftir Grím Kambansgøtu. Komin til grøna økið móti Dr. Jacobsensgøtu var ein maður komin aftani frá og hevði roynt at hálað hana við sær. Tað eydnaðist honum ikki - og maðurin tók til beins eftir Dr. Jacobsensgøtu og sneiddi so av á Dalavegnum.
Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn var maðurin millum 20 og 25 ár, 180-190 sentimetrar høgur, ljóst hár, vanliga bygdur, í svartari hettutroyggju og ljósum buksum.
Tað vóru eingi sjónlig spor á kvinnuni, sum kunnu hjálpa løgregluni nærri at, hvør maðurin var. Løgreglan leitaði eftir at hava tosað við kvinnuna, men funnu ikki mannin.
Eisini í Klaksvík vóru boð eftir løgregluni, tí klokkan 19 minuttir yvir fýra varð boðað frá bardaga uttan fyri Pitsa 67. Um tað var um eina pitsa sigur søgan einki um, men komin á staðið var einki koma eftir - eingin bardagi, einki fólk og eingin pitsa.