Kinverjar gjalda meir fyri laksin men keypa minni

Kinverjar gjalda meir fyri laksin men keypa minni
Eftir at Noreg fekk trupulleikar við at útflyta laks til Kina, hava føroyingar og serliga skotar, yvirtikið hendan marknaðin.
 
24.07.2015 - 08:15

Men sum lítil laksaútflytari, so er avmarkað, hvar føroyingar kunnu selja laksin, tá nógv vilja hava hann. 

Tí er tað tann, ið bjóðar mest, sum fær laksin. Og har eru kinverjar ikki nóg grammir, vísa hagtøl. Amerikanski marknaðurin er munandi meir hugaður at gjalda fyri føroyska laksin. 

Hagtøl frá Hagstovuni, sum vísa útflutningin frá januar til mai í ár, vísa, at kinverjar keyptu 2.600 tons av laksi úr Føroyum. 

Tað er ein munandi afturgongd, samanborið við sama tíðarskeið í 2014, tá kinverjar keyptu 4.100 tons. 

Í USA hevur aldur føroyskur laksur serstøðu, og verður seldur fyri munandi meir enn norskur og kilskur laksur.

Miðalprísurin fyri laksin sum varð seldur Kina frá januar til mai í ár gjørdist 35 krónur og 10 oyru fyri kilo. 

Tað er lítil vøkstur frá í fjør, tá miðalprísurin gjørdist 34 krónur og 70 oyru fyri kilo. 

Miðalprísurin til USA var í vár omanfyri 48 krónur kilo, skrivar fiskur.fo.  

Sostatt rinda amerikanarar eini 13 krónur meir fyri kilo, samanborið við kinverjar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512