Vøkstur og framgongd í Runavíkar kommunu

Vøkstur og framgongd í Runavíkar kommunu
Fólkatalið er farið at vaksa og harvið eisini inntøkurnar hjá kommununi. Seinasta hálva árið er fólkatalið vaksið við 120
 
23.07.2015 - 11:06

1. juli búðu sostatt 3.840 fólk í Runavíkar kommunu, og hetta er tað mesta nakrantíð. Inntøkurnar hjá kommununi vuksu nógv fyrra hálvár í ár. 

A-skattainntøkan er vaksin úr 57,1 millión í fjør upp í 61,1 millión krónur fyrra hálvár í ár. Vøksturin er fýra milliónir krónur. 

Heldur góða gongdin fram, væntar Runavíkar kommuna einar átta milliónir krónur meira í skatti við ársenda í ár enn í fjør. 

Nógv virksemi er í kommununi, og bæði almennar og privatar íløgur verða gjørdar, og bjartskygni ræður aftur í vinnulívinum, sigur kommunan á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Mánadag 7. apríl
Góðan morgun Føroyar
190346
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308