- Tíðindi, mentan og ítróttur
Afrikanskir fótbóltsspælarar lokkaðir til Asia
Seks ungir spælarar eru t.d. framvegis í Laos, eftir at fótbóltsfelag í februar hevði verið í Vesturafrika eftir 23 spælarum til ein óskrásettan fótbóltsskúla.
Reglur hjá altjóða fótbóltssambandinum FIFA siga, at tað er ólógligt at flyta fótbóltsspælarar til útlendsk feløg, fyrr enn teir eru 18 ára gamlir.
14 ára gamal drongur úr Liberia sigur, at hann varð noyddur at skriva undir sáttmála uppá seks ár og fekk lovað bæði løn og bústað, men bæði hann og teir, ið vóru komnir til felagið í Laos saman við honum, fingu ongastaðni at vera og máttu sova á gólvinum í felagshølinum á fótbótsvøllinum.
Eftir trýsti frá FIFA og altjóða yrkis-spælarafelagnum sluppu afrikanararnir heimaftur. 17 fóru heim, men seks vóru eftir egnum ynski verandi eftir í Laos.
Dømi úr Laos er ikki einsamalt. Fólk við innliti í slík mál siga, at hvørt ár fara 15.000 ungir spælarar úr Afrika - nógvir teirra ólógliga - til onnur lond við vónini um, at teir fara at hava eydnuna við sær.
Funnist verður at altjóða fóltbóltssambandinum FIFA fyri at gera alt ov lítið við slík mál og avmarka talið av ungum spælarum, sum verða lokkaðir við føgrum orðum, men enda sum offur fyri tí, ið kann samanberast við trælahald.