- Tíðindi, mentan og ítróttur
Charlie Hebdo er nú givið at tekna Muhammed
Charlie Hebdo er nú givið at tekna Muhammed
Franska satirublaðið Charlie Hebdo er nú givið at tekna Muhammed profet. Tað sigur redaktørurin á blaðnum við týska tíðarritið Stern.
21.07.2015 - 08:57
- Vit teknaðu Muhammed fyri at verja grundregluna um, at tað skal bera til at tekna alt, sum tú hevur hug til.
Tað er eitt sindur løgið, tí tað verður væntað av okkum, at vit verja skrivi- og talufrælsið til at siga hvat vit vilja, men tað er ongin sum torir tað, sigur Laurent Sourisseau, sum gevur út sínar tekningar undur navninum Riss í Charlie Hebdo.
Vit hava gjørt okkara arbeiði. Vit hava vart rættindini til at tekna keipumyndir, sigur hann.
12 fólk lótu lív, tá tveir brøður lupu á Charlie Hebdo í Paris, og seinni sama dag lótu fleiri lív í einum jødiskum handli. Seinni átók al-Qaeda sær ábyrdgina av terrorálopinum á Charlie Hebdo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV