Fult diplomatiskt samband millum USA og Kuba

Fult diplomatiskt samband millum USA og Kuba
USA hevur aftur sendistovu í Havanna, og Kuba hevur sendistovu í Washington eftir slit í 54 ár
 
20.07.2015 - 11:48

Seinni í dag kemur kubanski uttanríkisráðharrin Bruno Rodriguez til Washington at hitta amerikanska uttanríkisráðharran John Kerry.

Men fyri tað um diplomatiska sambandið er tikið upp aftur, eru framvegis avmarkingar í viðurskiftunum landanna millum.

Amerikanarar hava framvegis ikki frítt at fara til Kuba sum ferðafólk, og amerikanska handilsbannið móti Kuba er framvegis í gildi. Tað hevur m.a. við sær, at amerikanskar fyritøkur ikki kunnu gera íløgur í kubanskt vinnulív.

Kubanski forsetin, Raul Castro, hevur heitt á Barak Obama, forseta, um at taka handilsbannið av, tí so leingi tað er í gildi, verða viðurskiftini landanna millum ikki vanlig aftur.

Men skal handilsbannið takast av, skal amerikanska kongressin gera tað.

Fyrsti amerikanski sendiharrin í Havanna er Jeffrey De Laurentis. Hann hevur framman undan verið sendimaður á teirri umboðsstovu, sum USA hevur havt á Kuba.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109