Griksku bankarnir lata upp aftur í morgin

Griksku bankarnir lata upp aftur í morgin
Tað verður dýrari bæði hjá grikkum og hjá ferðafólki, tí meirvirðisgjaldið hækkar tíggju prosent.
Mynd: Savnsmynd  
 
19.07.2015 - 13:51

 

Griksku bankarnir lata upp aftur í morgin eftir at teir hava verið stongdir í tríggjar vikur.

Evrulondini hava samtyt at lata Grikkalandi neyðugu lánini, og treytirnar fara at merkjast longu í morgin - ikki bert millum grikkar sjálvar - men eisini hjá ferðafólki, tí matstovurnar skulu í morgin hækka meirvirðisgjaldið við tíggju prosentum úr 13 upp í 23 prosent.

Hækkingin verður mett at geva grikska statskassanum seks milliardir krónur meira hetta til nýggjárs.

Meirvirðisgjaldið hækkar ikki bert á matvørum, sum kjøti og fiski, men eisini á øðrum gerandisvørum sum mjólkaúrdráttum og kaffi.

Almennar ognir skulu einskiljast

Eitt annað krav er, at Grikkaland skal einskilja statsognir fyri 375 milliardir krónur, m.a. bankar, jarnbreytir, havnir.

Grikski staturin eigur fýra teir størstu bankarnir í landinum, sum allir hava brúk fyri fígging úr evropeiska miðbankanum.

Millum aðrar fyritøkur, sum møguliga skulu einskiljast eru statsoljufelagið og elorkuveitingin.

Og so verða fleiri grikskar oyggjar væntandi seldar ríkfólki, sum vilja eiga eina oyggj og egna sólstrond í Egeara-havinum.

Pengarnir frá sølu og einskiljing skulu setast í ein grunn, ið fer at hava til endamáls at endurfíggja bankarnar og gjalda ovurstóru skuld teirra.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109