Bretland vil hjálpa USA at beina fyri kalifatinum

Bretland vil hjálpa USA at beina fyri kalifatinum
Undirhúsið fer væntandi at atkvøða fyri, at bretsk flogfør eisini kunnu bumba mál í Sýria.
Mynd: Savnsmynd  
 
19.07.2015 - 16:08


Bretland er til reiðar - saman við USA - at leggja Kalifatið í oyði, sum yvirgangsfelagsskapurin ISIL, hevur sett á stovn í Irak og Sýria, sigur bretski forsætisráðharrin, David Cameron, við amerikansku sjónvarpsráðsina NBC.

- Men neyðugt er, at Undirhúsið tekur undir við tí, sigur forsætisráðharrin.

Bretska undirhúsið atkvøddi fyri tveimum árum síðani ímóti, at Bretland fór uppí hernaðarátøk í Sýria. Tí bumba bretsk fogfør bert støð hjá ISIL í Irak, har stjórnin hevur biðið um hjálp.

Eftir valið í Bretlandi er politiska støðan broytt, konservativi flokkurin hjá David Cameron hevur meiriluta í Undirhúsinum og kann tí einsamallur broyta galdandi samtykt, so Bretland eisini kann leypa á støðir hjá islamska statinum í Sýria.

Ávarar ungar muslimar

David Cameron fer í morgin at halda røðu, har hann fer at ávara ungar bretskar muslimar ímóti at fara til Sýria og Irak at kríggjast fyri islamska statin.

- Ert tú drongur, verður tú heilavaskaður, tú fært eina bumbu bundna um lendarnar og verður sprongdur í luftina. Og ert tú genta verður tú trælur og offur fyri misnýtslu, fer David Cameron at siga í røðuni.

Ungir bretskir muslimar í hundrað-tali eru longu farnir til Sýria og Irak - bæði gentur og dreingir.

Í síðstu viku var Harriet Harman, virkandi forkvinna í arbeiðaraflokkinum Labour, á fundi í serligu bretsku trygdarnevndini og hildið verður, at tað er tekin um, at stjórnin fer at koma í Undirhúsið við uppskoti um loftálop á islamska statin í Sýria.

Arbeiðaraflokkurin og liberalu demokratarnir hava annars biðið stjórnina koma í Undirhúsið og greiða frá, hvussu tað ber til at flogskiparar í bretska, Royal Air Force, hava mannað amerikansk og canadisk flogfør á bumbuferðum í Sýria.

Michael Fallon, verjumálaráðharri, sigur við bretskar fjølmiðlar, at talan er um vanligt samstarv partanna millum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109