- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trappan ávirkar ikki skrúðgonguna á ólavsøku
Trappan ávirkar ikki skrúðgonguna á ólavsøku
Hóast arbeiðið at gera stóru trappuna í Vágsbotni ikki verður liðugt, so verður skrúðgongan eftir sama teini.
17.07.2015 - 10:19
Vegurin niðan Bryggjubakka, sum er grivin upp, verður hampaður, so skrúðgongan kann fara tann vegin á veg í og úr Havnar Kirkju.
Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at grundin til at tað hevur sæð ógvusligt út í Vágsbotni í seinastuni, er, at tríggjar verkætlanir hava verið í gongd í senn. Trappan, vegurin og ein privat verkætlan.
Formaðurin hevur ikki hug til at áseta dagin, tá trappan verður liðug, men tað verður einaferð eftir ólavsøku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV