- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sólorkuflogfarið kom ikki kring knøttin
Sólorkuflogfarið kom ikki kring knøttin
Á ferðini um Kyrrahavið frá Japan til Hawaii fekk battarískipanin skaða.
16.07.2015 - 10:08
Battaríini virkaðu væl, men bjálvingin gjørdi tey ov heit. Tað tekur tíð at finna røttu loysnina, og tí verður ikki flogið meira í ár, verður sagt.
Battaríini eru neyðug, tí flogið verður nátt og dag. Sólsellurnar geva flogfarinum orku um dagin og løða battaríini, sum geva el-motorunum orku um náttina.
Men sólorkuflogfarið hevur longu sett nøkur met.
Andre Borschberg, flogskipari, setti m.a. met á ferðini um Kyrrahavið, tá hann, uttan steðg, fleyg 7.200 kilometrar eftir 118 tímum - og sjálvsagt bara við sólorku.
Sólorkuflogfarið byrjaði ferðina í Abu Dhabi 9. mars, og ætlanin var at flúgva jørðina runt í ár, men nú verður tað so ikki fyrr enn næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV