- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretska stjórnin vil skerja verkfalsrættin
Ætlanin er m.a. at gera øll verkføll ólóglig, um tey ikki hava verið til ur-atkvøðu millum limirnar í fakfeløgunum. Helvtin av limunum í felagnum skulu hava atkvøtt, og av teimum skulu 40 prosent hava atkvøtt fyri at fara í verkfall, um tað skal vera lógligt, skrivar enska blaðið The Guardian.
So umfatandi skerjingar í fakfelagsrættindum hava ikki verið gjørdar síðani Margareth Tatcher var forsætisráðharri í Bretlandi fyri 30 árum síðani.
Boðast skal frá verkfalli í minsta lagi 14 dagar frammanundan, blokadur kring arbeiðspláss verða gjørdar ólógligar, og fólk, sum ikki vilja fara í verkfall, skulu verjast.
Ætlanin er eisini at skerja fíggjarliga stuðulin, ið fakfeløgini kunnnu lata politiskum flokkum. Tað vil siga, at arbeiðaraflokkurin Labour fer at missa stóran part av pengunum, sum flokkurin í fleiri áratíggju hevur fingið frá fakfeløgunum.
Tað eru serliga seinastu verkføllini á undirgrundarjarnbreytini í London, sum hava fingið stjórnina at skjóta upp avmarkingarnar í verkfalsrættinum.
Formaðurin í fakfelagnum fyri jarnbreytar-starvsfólk, Mick Whelan, mótmælir harðliga og sigur ætlanina vera afturljóð frá fasismuni í Týsklandi í síni tíð.
Paul Kenny, aðalskrivari í fakfelagnum GMB, sigur m.a, at verða avmarkingarnar settar í verk, fer tað at eitra viðurskiftini millum arbeiðsgevarar og starvsfólk og drepa allan arbeiðshug.