- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seinasta skotið er latið av
Í løtuni er hátíðarhald á Viðareiði, nú seinasta skotið er latið av fyri Viðareiðistunnlinum.
Viðareiðistunnilin er 1939 metrar langur og tilkoyringarvegirnir slakar fýra kilometrar.
Arbeiðið byrjaði fyri einum góðum ári síðani og hevur gingið so væl, at tað er framman fyri tíðarætlanina.
Nú skotið er ígjøgnum til Viðareiðis, minnir Hvalbiar kommuna landsstýrið á, at nýggjur Hvalbiartunnil eigur at vera næsti í røðini.
Rúni Thomsen, varaborgastjóri, heitir - vegna Hvalbiar kommunu - staðiliga á Jørgen Niclasen, landsstýrismann, og Løgtingið um at halda fast um raðfestingina, ið sett er út í kortið, so nýggi Hvalbiartunnilin verður gjørdur sum skjótast.
Verandi tunnil er 52 ára gamal og er stór forðing fyri vinnulívinum í bygdini, verður sagt.
Í brævinum til Jørgen Niclaen og Løgtingið vísir Hvalbiar kommuna á, at politiskar røddir nú eru frammi um at gera tunlanar Norður um Fjall fyrst.
Tí kemur áheitanin frá Hvalbiar kommunu um at halda fast um raðfestingina, verður sagt.