Donald Trump helst forsetavalevni

Donald Trump helst forsetavalevni
Nýggj veljarakanning staðfestir, at Trump er best umtóktur millum repulikanaravalevnini.
 
15.07.2015 - 09:49

Sambært veljarakanningini, sum fleiri amerikanskir miðlar vísa á í morgun, fer Donald Trump at fáa 17 prosent av atkvøðunum, meðan tað bara eydnast einum av hinum valevnunum at geva honum nøkunlunda kapping - nevnliga Jeb Bush, sum fer fáa 14 prosent av atkvøðunum. 

Hildið verður, at Donald Trump hevur fingið størri stuðulsskara, eftir at hann hevur borið fram sjónarmið síni innan fleiri viðkvom øki.  

Millum annað hevur hann sagt sína hugsan um meksikanskar tilflytarar, sum hann hevur kallað neyðtøkumenn, rúsevnissmuglarar og tiltiknar brotsmenn. Meiningar, sum hann hevur tvíhildið um, hóast ágang frá bæði politiskum vinum og mótstøðufólki. 

Sambært leiðaranum fyri greiningarstovuni á Suffolk University, David Paleo-logos, eru tað tær mongu útsøgnirnar, ið hava ført til, at Donald Trump hevur fingið teir konservativu veljararnar við sína lið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109