Tsipras skal sannføra grikska tjóðartingið

Tsipras skal sannføra grikska tjóðartingið
Grikski forsætisráðharrin Alexis Tsipras skal nú undir annan part av stríðnum fyri at halda Grikkalandi innan fyri evrusamstarvið
 
14.07.2015 - 09:35

Tspiras skal sannføra grikska tjóðartingið og serliga sína egnu stjórn um, at kreppuloysnin, sum Grikkaland fekk á fundi millum stjórnarleiðararnar í gjár, er verd at samtykkja.

Treytin fyri at Grikkaland fær hendan triðja kreppupakkan, er, at grikska tjóðartingið í morgin samtykkir tey búskapartiltøk, sum evrulondini hava kravt.

Men ein av stjórnarflokkunum, við Panos Kammenos, verjumálaráðharra, á odda, hevur longu sagt, at hann fer ikki at taka undir við krepputiltøkunum.

Og tað skal Grikkaland, tí tað er treytin frá evrulondunum fyri at veita landinum fleiri lán, annars fara griksku bankarnir á húsagang og Grikkaland úr evrusamstarvinum.

Grikkaland skal m.a. hækka skatta- og avgjaldsinntøkurnar, endurskoða almennu pensiónsskipanina og gera arbeiðsmarknaðin frælsari.

Afturfyri eru evrulondini til reiðar at læna Grikkalandi 650 milliardir krónur yvir eitt tíðarskeið upp á trý ár.

Hesin triði kreppupakkin kemur aftrat lánum uppá tilsamans 1800 milliardir krónur, sum Grikkaland áður hevur fingið í kreppuhjálp í tveimum umførum undan hesum.

Alexis Tsipras var nóg illa heimafturkomin úr Brússel, tá verjumálaráðharri hansara, Panos Kammenos, sammetti avtaluna, forsætisráðharrin hevði við sær, við eina kvettroynd. 

Verjumálaráðharrin tekur ikki undir við kreppuhjálpini frá evrulondunum, men segði samstundis, at hann og flokkur hansara ætlaðu at vera verandi í stjórnini.

Tó er sannlíkt, at Alexis Tsipras fer at umskipa stjórnina ella skipa eina savningarstjórn seinni í vikuni við teimum flokkum í tjóðartinginum, sum taka undir við krepputiltøkunum.

Alexis Tsipras fer eisini at hava ilt við at sannføra sína egnu veljarar um, at loysin, hann kom heimaftur við úr Brússel, er tann rætta. Mótmæli hava longu verið og boðað er frá verkfalli í morgin, sama dag sum tjóðartingið skal viðgera krepputiltøkini.

Hetta er triðja vikan, griksku bankarnir eru stongdir, og fólk bert fáa tikið 450 krónur út úr sjálvtøkunum um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109