Avmarka kjarnorkuvirksemið í Iran

Avmarka kjarnorkuvirksemið í Iran
Ein avtala er gjørd við Iran um at avmarka kjarnorkuvirksemi landsins, siga diplomatar í Vien
 
14.07.2015 - 09:25

Drúgvar samráðingar hava verið millum Iran øðrumegin og USA, Russland, Frakland, Bretland, Kina og Týskland hinumegin.

Afturfyri at Iran avmarkar menningar-arbeiðið innan kjarnorku sleppir landið undan teimum altjóða handilstiltøkum, sum hava rakt Iranska búskapin meint í fleiri ár.

Iran hevur alla tíðina sagt, at kjarnorku-menningin er til friðalig endamál, men landið hevur samstundis noktað altjóða kjarnorkueftirlitinum at kanna støð í Iran, sum neyðug eru at kanna fyri at fáa staðfest, hvat endamálið við virkseminum er.

Samráðingarnar eru eftr øllum at døma endaðar við eini neyðsemju millum partarnar um, í hvønn mun altjóða samfelagið skal hava atgongd til at hava eftilit við kjarnorkuvirkseminum í Iran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109