- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir
Skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir
Tveir mans eru í nátt og tíðliga í morgun tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka.
12.07.2015 - 08:36
Um trý tíðina fekk løgreglan boð um, at ein bilur var farin út av vegnum við Kambsdal.
Eingin skaði stóðst av hendingini, men maðurin var ávirkaður av rúsdrekka og er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Um seks tíðina í morgun tók løgreglan ein bilførara millum fjarða í Eysturoynni. Eisini hann er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.
Um eitt tíðina í nátt varð løgreglan boðsend, tí ein persónur hevði brotið inn í eini hús, har hann ikki longur hevi atgongd. Ein rútur varð brotin, og viðkomandi er skuldsettur fyri herverk.
Annars hevur verið friðaligt um alt landið í nátt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV