Grikkaland hevur handað ES uppskot um skerjingar

Grikkaland hevur handað ES uppskot um skerjingar
Grikska stjórnin hevur í stóran mun gingið krøvunum frá ES á møti um sparingar og nýskipanir
Alexis Tsipras, grikskur forsætisráðharri
Mynd: APTN  
 
10.07.2015 - 08:14

Grikska stjórni handaði ígjárkvøldið uppskot um avtalu við ES, - bara fáar tímar undan evstamarkinum á midnátt.

Partarnir av uppskotinum, sum eru komnir alment fram, benda á, at stjórnin í stóran mun hevur gingið krøvunum frá ES á møti um sparingar og nýskipanir.

ES-skipanin í Bruxelles váttaði ígjárkvøldið, at tey hava fingið pappírini. Møguleiki er tó fyri, at onkur seinking kann verða, tí uppskotið skal góðkennast í grikska parlamentinum í dag.

Privatisering, skerjing og skatting

Uppskotið frá stjórnini til ES-skipanina fevnir um sparingar uppá 13 miljardir evurur, - tað svarar til 97 miljardir krónur.

Eitt nú stendur í grikska uppskotinum

      * at skattur og mvg skulu hækka, og at stjórnin fer at halda fram við privatiserings-ætlanini, - sum millum annað fevnir um fleiri av størru griksku havnunum.

      * stjórnin fer at taka burtur mvg-fyrimunir fyri grikskar oyggjar, og fer at laga til mvg'ið, sum gistingarhús og matstovur skulu rinda, sum hevur verið galdandi við atliti at ferðavinnuni.

      * broytingar í griksku pensjónsskipanini, sum partar av ES-skipanini í Bruxelles halda verða ov dýra at reka. Í stuttum skjýtur grikska stjórnin upp at útfasa serligan bonus, sum 180-túsund grikskir pensjónistar fáa.

      ' at hækka partafelagsskattin, og at leggja serligan skatt á marglætisvørur.

Nakað fyri nakað

Afturfyri væntar grikska stjórnin, at ES tekur undir við at niðurskriva part av griksku skuldini, og uppskotið letur eisini upp fyri nýggjum búskaparligum hjálparpakka til Grikkaland, sum ber í sær, at Grikkaland verður verandi í evru-økinum.

Grikska stjórnin væntar at fáa trý-ára lán upp á tilsamans 53,5 miljardir evurur, - sum svarar til slakar 400 miljardir krónur. Peningurin skal brúkast til at rinda aftur skuld.

Mótstøða í Syriza

Møguleiki er tó fyri, at innanhýsis mótstøða í stjórnarflokkinum hjá Alexis Tsipras, Syriza, kann leggja fótonglar fyri uppskotinum hjá stjórnini.

- Í uppskotinum er fleiri skerjingar og nýskipanir, sum flokkurin fyrr hevur verið hart í móti at fremja.

Vinstrivongurin í Syriza, sum er sløk helvtin av stjórnarbólkinum í Syriza, hevur orkumálaráðharran, Panagiotis Lafazanis í oddinum. Hann hevur fyrr greitt víst aftur at fremja skerjingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109