Evropa heldur ondini

Evropa heldur ondini
Grikkar í dag skulu á fólkaatkvøðu at atkvøða Nai ella oxi - ja ella nei
 
05.07.2015 - 14:21

Evropa heldur ondini, meðan grikkar í dag skulu á fólkaatkvøðu at atkvøða nai ella oxi - ja ella nei ímóti krøvunum hjá altjóða lánsveitarum um nýskipanir og sparingar, og afturfyri fær Grikkland fleiri pengar

Stjórnin við, Alexis Tsipras á odda, mælir grikkum til at seta kross við nei.

Boðini frá teimum 18 evrulondunum hava frammanundan verið, at atkvøða grikkar nei til at góðtaka krøvini, merkir tað samstundis, at Grikkaland fer úr evru-samstarvinum, og grikski miðbankin stúrir fyri, at tað kann leiða Grikkaland út úr ES.

Men verðin sær øðrvísi út frá stjórnarskrivstovuni hjá Alexis Tsipras í Athen. Hann hevur lovað veljarunum, at nú verður skjótt endi á trupulleikunum.

- Eingin orsøk er til stúran. Vit standa við eini avtalu 48 tímar eftir fólkaatkvøðuna, lovaði Tsipras í eini sjónvarpstalu.

Verða flestar ja-atkvøður, hevur Alexis Tsipras óbeinleis sagt, at hann fer at leggja frá sær sum forsætisráðharri.

Tað hevði undir vanligum umstøðum merkt nýval. Men Grikkaland hevur nógv um at verða. 20. juli skal landið rinda Evropiska Miðbankanum 3,5 miljardir evrur, og tað hevur landið ikki ráð til uttan nýggja avtalu.

Tí kann eitt ja enda við eini savningarstjórn, sum kann byrja nýggjar samráðingar við lánsveitararnar. Og síðani, - eina ferð í heyst, verður parlamentsval.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109