Samanber ES londini við yvirgangskroppar

Samanber ES londini við yvirgangskroppar
Grikski fíggjarmálaráðharrin sigur, at Grikkaland fer at fáa aðra avtalu enn hana, fólkaatkvøða verður um í morgin.
 
04.07.2015 - 15:46


Grikski fíggjarmálaráðharrin, Yanis Varoufakis, ákærir í dag lángevarar Grikkalands fyri yvirgang.

Tað ger hann í samrøðu við spanska blaðið El Mundo dagin fyri fólkaatkvøðuna um ta lánsavtalu við ES, sum grikkar fara á fólkaatkvøðu um í morgin.

- Hví hava tey noytt okkum at steingja bankarnar? Fyri at ræða fólk. Tað kann samanberast við yvirgang, sigur grikski fíggjarmálaráðharrin við spanska blaðið.

 

Fer frá, um svarið verður ja

Tá El Mundo spyr Yanis Varoufakis, um hann er vísur í at fáa nakra aðra avtalu við ES, siga grikkar nei á fólkaatkvøðuni í morgin, sigur fíggjarmálaráðharrin, at tað fer at vera dýrt fyri báðar partar ikki at koma til eina semju.

- Ov nógv stendur upp á spæl hjá bæði Grikkaland og Evropa. Tí eri eg vísur í, at ein onnur avtala kann gerast, sigur Yanis Varoufakis og nevnir, at tað fer at kosta túsund milliardir evrur, um Grikkaland fer á húsagang.

- Tað svarar til sponsku bruttotjóðarúrtøkuna, og eitt so stórt tap fer Evropa neyvan at loyva, sigur grikski fíggjarmálaráðharrin.

Hann sigur, at hann fer frá sum ráðharri, um grikkar atkvøða fyri lánsavtaluni í morgin.

- At atkvøða fyri lánsavtaluni er at hótta fólkaræðið, tí óttin gerst vinnari, sigur fíggjarmálaráðharrin við spanska blaðið El Mundo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109