Hóttir við at leggja frá sær, atkvøða grikkar fyri

Hóttir við at leggja frá sær, atkvøða grikkar fyri
Atkvøða grikkar sunnudagin fyri treytunum hjá altjóða kreditorunum um at leingja lánini til Grikkaland, leggur grikski fíggjarmálaráðharrin frá sær
Yanis Varoufakis, grikskur fíggjarmálaráðharri, leggur frá sær, atkvøða grikkar sunnudagin fyri treytunum hjá altjóða kreditorunum um at leingja lánini til Grikkaland
Mynd: AP  
 
03.07.2015 - 08:52

Tað segði Yanis Varoufakis í samrøðu við sjónvarpsrásina, Bloomberg. Grikkar skulu sunnadagin annaðhvørt seta kross við ja ella nei um uppskotið hjá altjóða lánveitarunum, sum skal bjarga Grikkalandi úr búskaparligu kreppuni, sum landið er í.

Verður undirtøka fyri uppskotinum, er tað ósigur fyri stjórnina við Alexis Tsipras í oddinum, sum hevur heitt á grikkar um at atkvøða ímóti uppskotinum.

Yanis Varoufakis sigur við Bloomberg, at um fólkaatkvøðan endar við, at grikkar atkvøða fyri, verður hann ikki fíggjarmálaráðharrin mánadagin.

Kreditorar ynskja nýskipan

Tsipras skrivaði í síðstu viku út fólkaatkvøðu orsakað av, at samráðingarnar millum Grikkaland og altjóða kreditorarnar, - ES, altjóða gjaldoyragrunnurin og evropiski miðbankin, slitnaðu.

Kreditorarnir vilja hava víðgangandi nýskipanir í grikska samfelagnum, - eitt nú at pensjónsaldurin hækkar og at mvg'ið skal hækka.

Alexis Tsipras segði, tá orðaskifti var í parlamentinum um uppskotið frá kreditorunum, at tað var ein háðan móti grikska fólkinum. Fólkaatkvøðan verður sunnudagin 5. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109